Fyrsti dysturin í nýggju Premier League kappingini, varð leiktur í dag klokkan 12:45, tá Manchester United á heimavølli tók ímóti Swansea.
Manchester United hevur fingið góð úrslit í venjingardystinum undan kappingarárinum, tí felagið hevur vunnið allar dystirnar, ið teir hava leikt. Tí vóru vónirnar til Manchester United góðar undan dystinum, men tað sást tíðliga, at dysturin hjá Manchester United gjørdist truplari, enn fleiri mettu áðrenn dystin.
Í fyrra hálvleiki kom eitt mál, og tað fekk útiliðið úr Swansea. Málskjútti hjá Swansea var koreanski Ki Sung-Yueng.
Manchester United spældi í fyrra hálvleiki við trimum í verjuni, eins og teir hava gjørt í øllum venjingardystunum. Men í hálvleikinum var hollendski venjarin, Louis Van Gaal so ónøgdur, at hann broytti aftur til tað gamla, við fýra í verjuni.
Avrikið í seinna hálvleiki var eisini munandi betri frá Manchester United, og tað var bert ein lítil løta leikt, tá Manchester United liðskiparin Wayne Rooney fekk útjavnandi málið fyri Manchester United.
Men móti endanum, var tað tó gestirnir úr Swansea sum fóru avstað við sigursmálinum. Eftir eitt gott kontra álop, endaði bólturin fyri føtrunum á íslenska Gylfa Sigurdsson, ið avgjørdi dystin.
Hóast avrikið hjá Manchester United var betri í seinna hálvleiki enn í fyrra hálvleiki, so var tað tó ikki óuppiborið at gestirnir úr Swansea fóru avstað við øllum trimum stigunum.
Manchester United – Swansea 1-2 (0-1)
0-1 Ki Sung-Yeung, 28.
1-1 Wayne Rooney, 53.
1-2 Gylfi Sigurdsson, 72.










