Valur framvegis ósigrað

Nú fjóðra umfarið í íslendsku landskappingini er av, er felagið hjá Jónasi þór Næs framvegis ósigrað. Valur hevur vunnið tveir dystir, og tvær ferðir er tað endað við javnleiki.

 

Í gjárkvøldið var Valur á vitjan hjá Stjarnuni í Garðabýnum, og tað endaði 1-1. Heimaliðið legði seg framum, tá ið eitt korter var farið, og Valur svaraði aftur eitt korter eftir steðgin.

Jónas þór Næs var aftur hesa ferð alla tíðina á høgra vongverjanum hjá Vali.

 

KR, sum hesa ferð vann 2-0 í oyggjunum, hevur framvegis fulla úrtøku – 12 stig. FH vann 1-0 á útivølli ímóti Breiðabliki, og teir á Hafnafirði eru á øðrum plássi við 10 stigum. Valur er á triðja plássi við 8 stigum. ÍBV úr Vestmannaoyggjum og Stjarnan hava 7 stig.

Sunnudagin fær Valur vitjan av Keflavík, sum hevur 4 stig.