Valur fekk aftur trý stig

Teir tríggir føroysku landsliðs­spælararnir í Vali vóru á vøllinum alla tíðina, tá ið Valur í kvøld vann 2-0 á Breiðabliki

Tað eru tríggir landsliðsspælarar, ið eru á aldukambinum, sum nú koma heim úr Íslandi at fyrireika seg til altjóða avbjóðingarnar.
Í kvøld hevur Valur vunnið 2-0 ímóti meistaraliðnum Breiðabliki úr Kópavogi.
Jónas Þór Næs, Pól Jóhannus Justinussen og Christian R. Mouritsen vóru á vøllinum alla tíðina, og Christian R. Mouritsen var við í uppspælinum til bæði málini. Tað fyrra varð skorað longu í 11. minutti, og tað seinna varð skorað í 77. minutti.
6. umfar í dag: ÍBV-Víkingur 2-0, Fram-KR 1-2 og Valur-Breiðablik 2-0. Í morgin eru tríggir dystir: Fylkir-Keflavík, FH-Stjarnan og Grindavík-Þór.
Trý tey ovastu á talvuni hava spælt 6 dystir: KR 14, ÍBV 13 og Valur 12 stig.