25. mai i fjør skrivaðu Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali søgu við at vinna European Cup aftaná tepran finalusigur á grikska liðnum, Panathinaikos.
Tá vóru teir hjá Vali stórliga fagnaðir av íslendsku tjóðini. Hæddarpunktið var tá íslendski forsetin hevði móttøku fyri teimum á Bessastøðum.
Ígjár fekk Valur stóran heiður. Teir vóru valdir ársins ítróttarlið í Íslandi. Talan er um heiður, ið fevnir um allan liðítrótt.
Sigurin í European Cup gjørdi útslagið, sambært Vísir.
Íslendska kvinnulandsliðið í fimleiki gjørdist nummar tvey í atkvøðugreiðsluni.
Fótbóltsliðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík gjørdist nummar fimm í atkvøðugreiðsluni.
Hetta kappingarárið spælir Bjarni í Selvindi eisini við Vali.