- Eins og fólkatingsvalið, skapar kommunuvalið eisini órógv í løgtinginum, tí orðaskifti verður øgiliga málrættað í mun til ymisk viðurskifti, sum kanska ikki eru so dagsaktuell hjá løgtinginum at viðgera, men eru meira viðkomandi hjá teimum, ið reka valstríð, sigur løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu.
Hann ásannar, at kommunuvalið órógvar tingarbeiði so mikið, at tað ikki er óhugsandi, at eftir næstu viku verður eingin tingfundur aftur, fyrr enn kommunuvalið hevur verið.
Sjálvur boðaði Páll á Reynatúgvu herfyri frá, at hann longu fyri góðum ári síðani gjørdi av, at hann ikki stillaði upp til kommunuvalið, tí hann helt tað ikki vera rætt at vera annað enn løgtingsformaður, so leingi hann røkti tað starvið fólksins vegna.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við løgtingsformannin.