Valsendingin verður teknmálstulkað kortini

Øll valsendingin hjá Kringvarpinum í kvøld verður teknmálstulkað kortini.

Tað boðar Deyvafelagið frá.

Hóast Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevði boðað frá í svari til skrivligan fyrispurning frá Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, at øll valsendingin í kvøld skuldi teknmálstulkast, so gjørdist hetta óvist, tá Deyvafelagið í morgun gjørdi greitt, at tað var ikki heilt satt.

Deyvafelagið gjørdi greitt, at valsendingin varð bert deyvamálstulkað frá kl. 19 til kl. 21, hóast valsendingin skal halda fram til eftir midnátt.

Eftir øllum at døma er hetta fingið í rætt lag, tí Deyvafelagið sigur nú, at øll sendingin verður deyvamálstulkað kortini, og felagið leggur aftrat, at vónandi verða allar týdningarmiklar sendingar frameftir varpaðar á teknmáli.