Hóast listarnir ikki vóru í lagi, var kommunuvalið í Kvívík í fjør í lagi. Tað váttar Løgtingsins Umboðsmaður fyri Kringvarpinum.
Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt kæruna um avgerðina hjá Innlendismálaráðnum um kommunuvalið í Kvívík, og Umboðsmaðurin heldur tað als ikki vera í lagi, at valnevndin góðkendi valevnislistar, sum vóru ófullfíggjaðir.
Innlendismálaráðið, sum hevur fakligu ábyrgdina av valinum og harafturat serkunnleikan, ógildaði ikki valið.
Og Løgtingsins umboðsmaður heldur ikki, at grundarlag er fyri finnast at hesari avgerðini hjá Innlendismálaráðnum.