Valið er títt

Velur tú at lata avgerðir tínar hvíla á herðum teirra, sum ikki kenna tína mentan og títt móðurmál, og sum ikki vil viðurkenna títt fólk sum eina tjóð?

Velur tú at lata tann føroyska búskapin flóta útaftur í ábyrgdarloysi?

Nei, tað gert tú neyvan. Og tí er tað, tá ið samanum kemur, sera einfalt at vita, hvat tú velur 20. Nov.

 

Bjóðið sambandinum vælkomnum!

Valið snýr seg heilt einfalt um hvørja leið føroyingar vilja ganga á sjálvstýrisleið. Skulu vit verða undir donskum yvirræði, ella skulu vit ganga eftir ynski Tjóðveldisfloksins, um at føroya fólk skal fáa fult vald á egnum viðurskiftum.

Føroyska røddin á Danatingi fer at sannføra danska fólkatingi um, hví føroyingar ynskja evsta vald, hví føroyingar vilja siga farvæl til Móðir Barn forholdið og bjóða einum javnbjóðis sambandi vælkomnum, og hví vit ynskja gott samband við danir, á einum støði, har vit eru javnbjóðis og hava felags rættindi hvør hjá øðrum.


Herðaklapp fyri egnan vinning

À danatingi kann ein rødd við virðing fyri sær sjálvari, tala søk føroyinga, áhaldandi og sannførandi siga dønum frá, hvat í stríð føroyinga um tjóðarfrælsi gongur út uppá. Eg havi mangan tosa við danir, bæði fjølmiðlafólk og onnur, og tey standa sum kánus, tá ið tey fáa eina aðra versión enn hana, sum m.a. donsku bløðini borðreiða við, og sum enntá verður undirbygd av føroyskum umboði á danatingi Tey hildu jú, at vit vóru danahatarar, fanatiskir fundamentalistar og teir reinu nassarar osfr. Men tað er jú eisini tað, tey fáa at vita. Tað er tí so sera umráðandi at vit nýta pallin á Danatingi til at greiða dønum frá, hvat í fullveldismálið snýr seg um. Og halda uppat við at misnýta pallin til at spilla fólkavalda landsstýrið út, -tað er sera sera undirbrotligt, og hoyrir ongastaðni heima. Minnir meg líkasum um onkran, sum vil sleppa at siga tað, sum onnur vilja hoyra, við tí fyri eyga at fáa eitt herðaklepp.


Latið okkum gevast við at renna ørindi fyri danskar flokkar

Tað veit hvørt mansbarn, sum hevur fylgt eitt lítið sindur við í politikki seinastu árini, at Statsministarin hevur lýtt meiri á orð Javnaðarfloksins á Danatingi enn hann hevur hirt at lýtt eftir tí fólkavalda meirilutanum á løgtingi, - ella kanska rættari, so hevur hann ikki lýtt á, men lýtt honum í oyrað, og hoyrt seg sjálvan, sum eitt ekkó í hesum sama manni. Og hví? Jú sjálvandi tí, at hesin sigur tað, sum statsministarin vil hava hann at siga! Og so kann tað gera tað sama, hvussu ofta hesin sami tingmaður reypar sær av, at hann ikki hevur verið á gátt hjá danska sosialdemokratinum, - tað sum hevur týdning er, hví hesin letur seg stýra av Danska Sosialdemokratinum. Hví hann atkvøður soleiðis sum statsministarin ynskir, og hví hann letur verða við at atkvøða, tá ið tildømis tað føroyska málið var gjørt til minnilutamál. Hvar var tá tann føroyska røddin á Danatingi? Og hvar var hendan føroyska røddin, tá ið statsministarin leyp frá øllum avtalum við landsstýrið.

At byggja land krevur hugsjón og dirvi, og ikki minst eina føroyska rødd og sjálvstøðugan hugburð eisini niðri á Danatingi. Hvat tú velur, er títt val!