Valfundur á Sandi í kvøld

Í kvøld klokkan 20 skipar Ungmannafelagið Virkið fyri almennum valfundi á Sandi, har allir tríggir listarnir eru bodnir við.

Í kvøld klokkan 20 skipar Ungmannafelagið Virkið fyri almennum valfundi á Sandi, har valevni á øllum trimum listunum, sum stilla upp til kommunuvalið, sleppa at leggja fram og svara spurningum frá veljarum.

 

Sum skilst, fáa umboð fyri listarnar fyrst 10 minuttir hvør til eina innleiðandi framløgu, og í seinna umfari fær hvør listi umleið fimm minuttir at røða um evnið: "Hvussu fyrireika vit bygdina til fasta sambandið?"

 

Eftir hetta verður ein kaffisteðgur í einar 10 minuttir, og síðan verður høvi í umleið ein tíma at seta valevnum skrivligar spurningar, sum verða svaraðir á valfundinum.