Valfelagið við Jørgen Niclasen: Far úr samgonguni!

Sosialurin, hóskvøld: Valfelag Fólkafloksins í Vágum biður Jørgen Niclasen um at taka stuðulin til samgonguna aftur, um tunnilsætlanin steðgar

Málið um undirsjóvartunnilin er vorðið til eitt rættuligt innanhýsisstríðsmál í báðum samgonguflokkunum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum.


Tað er Edmund Joensen, sum í øllum førum fyribils hevur steðgað tunnilsætlanini, og tað eru partamenn hansrara í Vága valdømi sera misnøgdir við. Sambandsflokkurin er annars ógvuliga sterkur í Vága valdømi, har hann við seinasta løgtingsval var nógv tann størsti flokkurin. Ivan Johannesen er valdur tingmaður fyri Sambandsflokkin, meðan Suni Jacobsen situr í hansara løgtingssessi, meðan Ivan Johannesen er í landsstýrinum.


Hin tingmannin eigur Fólkaflokkurin. Hann eitur Jørgin Niclasen. Partamaður hansara í Havn, Bjarni Djurholm hevur týðuliga og greitt víst á, at tað ikki er rætt at fara undir ætlanina nú.


Men valfelag Fólkafloksins í Vágum ætlar eftir øllum at døma at seta hart móti hørðum, tí nú heita tey á Jørgin Niclasen um at taka stuðulin til samgonguna aftur, um tunnilsætlanin steðgar.