At tingið styttir um tíðina frá at val verður útskrivað og inntil valið verður hildið, ber við sær, at valevni uttanfyri tingið verða verri fyri enn hini, heldur Tjóðveldið At siga, at tað er nóg mikið, at valstríðið skal vera í fýra heldur enn í seks vikur, hevur lítið við veruleikan at gera. Tað heldur formaðurin í Tjóðveldinum, Høgni Hoydal.
Tjóðveldis formaðurin heldur, at samtyktin, sum samgongan fer at gera seinni í dag, ber við sær, at tey, sum eru í tinginum og landsstýrinum, fara at fáa uppaftur fleiri fyrimunur sammett við onnur valevni, enn tey hava í dag.
-Alt arbeiðið í tinginum er nú eitt langt valstríð. Her luttaka løgtingsmenn og landsstýrismenn, meðan onnur ikki hava møguleika at blanda seg. Tað hevði verið nógv rættari, um valstríðið gekk fyri seg uttanfyri tingið, heldur tjóðveldisformaðurin.