Verður Bergur Debes Joensen bispur, fer hann ikki at víga kvinnuligar prestar.
Tað ger hann greitt, nú sjálv atkvøðugreiðslan til bispastarvið er farin av bakkastokki.
Á fundinum í Leirvík í gjárkvøldið, var hann spurdur um hvørja støðu hann hevur til kvinnuligar prestar og um hann hevði vígt ein kvinnuligan prest.
Hóast hann var rættiliga tráðspurdur, vildi hann ikki koma við einum greiðum svari.
Hann sigur, at vit hava eina kirkjuskipan, sum er svarið til tann spurningin.
Eftir kirkjuskipanini hava kvinnur hava lógligan rætt at verða prestur og sum loyvir uppafturgiftum at verða prestur.
Tí hevði tað verið hansara ábyrgd at syrgt fyri, at ein kvinnuligur prestur og ein prestur, sum er uppafturgiftur, verður vígaður og innsettur sum prestur.
- Tað er mín ábyrgd og syrgi eg ikki fyri tí, bróti eg lógina, tí tað er ábyrgdin hjá bispi at syrgja fyri, at allir innstillaðir prestar fáa embæti, sigur Bergur Debes Joensen.
Men í viðmerking í blaðnum í dag, ger hann púra greitt, at verður hann bispur, hevði hann ikki sjálvur vígað ein kvinnuligan prest, men fingið onkran annan at gera tað.
- Tað avgerðandi er, at ein prestur verður vígaður og innsettur, tað er ikki avgerandi, hvør vígar og innsetur, sigur hann.
Bergur Debes Joensen leggur stóran dent á, at vit hava eina rúmliga kirkju og at kirkjan er rúmlig allar vegir og har tað, sum er loyvt eftir lógini, eisini er loyvt.
Tað merkir í hansara hugaheimi, at rúmd skal vera fyri øllum, bæði kvinnuligum og uppafturgiftum prestum og teimum, sum taka undir við tí. Men rúmd eigur sanniliga eisini at vera fyri teimum, sum eru ósamd í hesum.
Leggjast kann afturat, at hini fýra valevnini høvdu ongar trupulleikar havt av at víga ein kvinnuligan prest.
Men tey løgdu somuleiðis dent á, at tey tóku sanniliga undir við eini rúmligari kirkju.
Uni Næs helt harafturat, at har sum kvinnuligir prestar elvdi til trupulleikar, áttu vit at verið so mikið opin, at vit settu ein prest afturat, sum umboðaði eitt annað sjónarmið, so at kirkjuliðið fekk ein prest afturat fyri at sleppa undan at ósemjur syndraði kirkjuna.
Og skemtiliga íkastið til hetta kjakið átti sandoyarprestur, Jákup Reinert Hansen, sum endurgav danska yrkjaran, Benny Andersen, sum segði um kvinnur yvirhøvur, at “det er besværligt med - det er umuligt uden”.
Prestar skulu vera trúgvandi
Prestarnir í føroysku fólkakirkjuni skulu verða trúgvandi.
Tað staðfesta øll tey fimm valevnini, sum stilla upp til biskupsval.
Á fundinum í Leirvík í gjárkvøldið vórðu tey fimm valevnini spurd ítøkiliga, hvat tey høvdu sagt, skuldi tað hent, at prestur søkir starv í føroysku fólkakirkjuni, sum sigur seg ikki trýr upp á kristnu læruna.
- Hevði prestur søkt um starv í føroysku fólkakirkjuni, sum ikki stendur innanfyri trúarjáttan fólkakirkjunnar, kemur hann ikki longur, gjørdi Jógvan Fríðrikson prúra greitt.
Og tað taka øll hini valevnini undir við.
Jákup Reinert Hansen visti enntá á, at bispur hevur boðað prestum í hesari støðu, frá, at teir kunnu akkurát spara sær at søkja prestastarv í Føroyum.
Bispur skal ikki sita fyri lívið
Bispur skal ikki sita fyri lívið.
Tað halda tey flestu av teimum, fimm, sum nú eru í uppskoti til at verða nýggjur bispur.
Á fundinum í Leirvík í gjárkvøldið, vóru valevnini spurd um tey hildu, at bispur skuldi sita fyri lívið, ella um talan átti at vera eitt áramálssett starv.
Fýra av teimum fimm valevnunum, halda tað vera rætt, at bispur er áramálssettur og eitt hóskandi áramál kundi verið 5-10 ár.
Jógvan Fríðrikson er ikki ósamdur í, at bispur skal vera áramálssettur, men hann heldur eisini, at tað er ein vansi við tí.
- Tað kann væl hugsast, at bispur fer at brúka tey fyrstu fimm árini til at snøgga lógaverkið til og tí ikki hevur havt stundir at fáast við andaliga innihaldið í kirkjuni.
Sjálvur vil hann hava eitt opið samskifti og verður hann bispur, vónar hann, at tað hann fær tað at vita frá prestum og teimum, sum varða av kirkjuni, tá ið hann ikki røkir embætið nóg væl, men eigur at finna hurðina.
- Eg havi aldrin tikið mær tykni av tí, sum verður sagt við meg, men eg eri ofta særdur av tí, ið verður sagt um meg og tí havi eg onki ímóti at fáa tað at vita, tá ið eg ikki gera mítt arbeiði nóg væl, men heldur átti at funnið mær okkurt annað.
Marjun Bæk helt, at talan kundi vera um áramálssetning, men kortini mátti vera so langt ímillum valini -kanska 10 ár- at bispur fekk stundir at arbeiða sakliga við teimum uppgávum, hann hevði.
Uni Næs tekur eisini undir við eini áramálsseting, men hann er samdur í, at stundir mugu vera til at arbeiða við teimum kirkjumálum, bispur skal arbeiða við.
Eisini hann helt, at 10 ár var hóskandi.
Bergur Debes Joensen heldur, at hvørt valskeið skal vera fimm ár og at bispur kann í mesta lagi veljast aftur einaferð, so at ongin kann siga longri enn 10 ár, skuldi tað hent, at ónøgd var við arbeiðið.
Einasta valevni, sum er ímóti at áramásseta bisp, er Jákup Reinert Hansen, sum dróg samanberingar við løgtingið og hann vildi ikki hava biskupsvalevni í valstríði við jøvnum millumbili.
- Tað er øgiligt virksemi beint eftir val og tá ið tað nærkast vali aftur, verður alt øst upp aftur.
Hinvegin helt hann ikki, at bispur mátti ikki vera so sjálvhátíðarligur, at hann blívur sitandi, bara fyri at blíva sitandi og hann tók eisini undir við, røkir bispur ikki starvið nógv væl, fær hann tað at vita.