Valentinesday stavar frá ymsum kærleikssøgum

Nógvar ymsar teoriir eru um hvar Valentinesday stavar frá. Eftir øllum at døma stavar dagur frá fleiri søguligum persónum við navninum Valentine. Hví hátíðarhalda vit ein kærleiksdag sum Valentinesday? Ein amerikonsk høgtíð, sum hevur funnið sín veg til nógv lond, millum annað til Føroya.

 

Ein teori um Valentinesday er, at Saint Valentine prestur elskaði sína elskarinnu so nógv, at tá hon frávaldi hansara kærleika gjørdi hann ikki mætari enn at skera sítt egna hjarta úr, og bað tænara hansara handa elskarinnuni hjartaði, meðan tað framvegis pumpaði.

 

Ein onnur søga er um Valentine prest, ið vígdi sítt lív til kristindómin í gamla Rom. Hóast kristindómurin var bannaður í teimum døgum, so vígdi Valentine kristin pør, og hjálpti kristnum fólkið at flýggja undan hermonnunum hjá konginum.

Valentine bleiv ein dagin fangaður í at víga eitt kristið par, og hann bleiv tikin av hermonnunum og nærum pínslaður til deyðis. Kongur varnaðist Valentine, og fann náði yvirfyri honum orsaka av hansara inniligu trúgv. Kongi dámdi væl fangan, men tá ið Valentine royndi at umvenda kong til kristindómin gjørdi kongur bart, og lat Valentine hálshøgga eftir drúgva pínslu.

 

Nógvir søguligir persónar hava verið við navninum Valentine. Júst hvør orsøkin er til at vit hátíðarhalda 14. februar sum dagurin hjá kærleikanum er ikki greitt, men tað tykist sum nógvir søguligir persónar hava verið, ið hava verið upprunin til dagin Saint Valentines Day.