Valencia í fíggjarneyð

Spanska stórfelagið, Valencia, er um at fara á húsagang. Spanskir miðlar skriva, at felagið í løtuni samráðist við peningastovnar um at endurfíggja part av skuldini hjá felagnum. Júst í løtuni er hetta tó lættari sagt enn gjørt, og tí er ítøkiligur vandi fyri, at felagið skal rinda 375 milliónir undan ársskiftinum. Teir pengarnar hevur felagið ikki tøkar, og tí kann endin verða, at felagið verður kravt á húsagang. Í summar segði leiðslan í felagnum annars, at fíggjarliga støðan var sterk. Og hóast Real Madrid var til reiðar at rinda ovurhonds stóra upphædd fyri David Villa, segði felagið nei-takk.