Valdés er møguliga liðugur í Barcelona

Barcelona málverjin, Victor Valdés, hevur møguliga leikt sín seinasta dyst nakrantíð fyri barndómsfelagið.

Victor Valdés hevur møguliga leikt sín seinasta dyst nakrantíð fyri Barcelona. Barcelona málverjin noyddist út við skaða í dystinum móti Celta Vigo í gjárkvøldið við einum knæskaða. Alt bendir á at málverjin hevur fingið ein krossbandsskaða, ið vil halda honum vekk frá fótbólti í longri tíð.

 

Hóast evnini hjá Victor Valdés ofta hava verið fyri atfinningum, so skerst ikki burtur at úrslitini hjá Barcelona við Valdés í málinum hava verið framúr góð.

 

Barcelona hevur við Victor Valdés í málinum vunnið fremstu sponsku deildina 6 ferðir. Umframt tað, so hevur hann verið við til at vunnið Copa Del Rey 2 ferðir, Champions League 3 ferðir, HM fyri feløg 2 ferðir, UEFA Super Cup 2 ferðir og spanska stórsteypadystin 6 ferðir fyri Barcelona. Victor Valdés hevur eisini vunnið HM og EM fyri landslið einaferð. Tað er tó í báðum førum sum eykamálverji.

 

Victor Valdés gevst í Barcelona í summar. Orsøkin er tann at málverjin vil royna eina nýggja avbjóðing.

 

Barcelona hevur sett navn á avloysarin fyri Valdés, ið er ungi týski málverjin Marc-André ter Stegen sum spælir fyri týska felagið Monchengladbach. Ter Stegen vardi málið fyri týska U-21 landsliðið á Tórsvølli í fjør.

 

 

32 ára gamli Victor Valdés hevur higartil einans umboða barndómsfelagið FC Barcelona, men skiftir í summar til eitt annað felag. Tað er ikki greitt enn, hvat felag hann skal umboða.