Helena Dam á Neystabø
Javnaðarflokkurin
Ríkisfelagsskapurin er stundum ein ríkur felagsskapur - eingin ivi um tað. Men hesin sami felagsskapur er eisini stundum ein leivd, sum læsir partarnar fastar í eina avoldaða fatan av, hvussu tjóðir eiga at kunna samstarva. Vit hava upplivað, at stirvnar løgfrøðiligar tulkingar av bæði Heimastýrislóg og Grundlóg hava forðað fyri, at Føroyar fáa heimild til at samstarva á jøvnum føti við onnur lond.
Tí er ríkisfelagsskapurin ikki bara romantikkur, hann er eisini ein spurningur um vald og um valdsbýti og um politiskt hegni.
Trumfurin hjá okkum føroyingum er, at Føroyar altíð hava haft eina serstøðu tjóðskaparliga og mentunarliga í ríkinum og í Evropa. Fókatingsumboðið skal menna og varðveita hesa serstøðu í neyvum samstarvi við Føroyar, Danmark og okkara nærmastu grannar. Vit skulu ikki blanda onkran yvirgangsfelagsskap í Baskaralandi uppí ella onkra fjarskotna Kyrrahavnsoygg, tá ið Føroyar samráðast um meiri sjálvstýri og um fleiri heimildir, tað kann bara spilla spælið. Og tað hevur spilt spælið.
Fólkatingslimurin skal støðugt arbeiða við at gera tær røttu alliansurnar, sum menna okkum sum tjóð, og sum tryggja okkum rættin til at virka á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Gera vit ikki tað vera vit afturúrsigld, og enda í besta føri sum eitt stuðulsfíggjað frítíðarøki.
Fólkatingslimurin og heimssamfelagið
Heimurin er í dag so samansjóðaður - so globaliseraður - at bara tann sum syrgir fyri ikki at liggja sjóvarfallið av sær, og bara tann sum loftar teimum møguleikum, sum vísa seg, klárar seg í kappingini.
Tað er ein stór uppgáva, at røkja okkara sambond út í heim, sambandið við Danmark og samskiftið við hini Norðurlondini og við okkara nærmastu grannar. T.d. Stóra Bretland. Føroyar eru tað land, sum hevur longsta felags mark við Stóra Bretland. Tí hava vit sjálvsagt nógv felags áhugamál, tað eru ótaldir samstarvsmøguleikar, vinnumøguleikar, fiskivinnumøguleikar, handilsmøguleikar, granskingar- og útbúgvingarmøguleikar at røkja, bara her. Taka vit so Danmark, Norðurlond og partar av Evropu afturat, so er tað beinan vegin greitt, at vit tosa um eina ógvuliga stóra uppgávu.
Fólkatingslimurin skal, sum eitt slag av uttanlandsumboði fyri Føroyar, eisini arbeiða við hesum málum, umframt at hann ella hon skal hava sína dagliga gongd á Christiansborg. Haðani vit eisini skulu virka fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum, og at tær avgerðir, ið Føroya Løgting tekur, verða framdar í Fólkatinginum ? tá ið tað krevst.
Føroyar ES og Fólkatingssessurin
Skjótt skulu øll limalondini í ES taka støðu til ta nýggju ES-grundlógini. Tá ið Danmark hevur sagt ja til hesa grundlóg merkir tað samstundis, at danskur sjálvsavgerðarrættur verður fluttur úr Danmark og til ES. Uppi í hesum danska sjálvsavgerðarrætti hongur sjálvandi eisini føroyskur sjálvsavgerðarrættur, tí ríkismálini verja, ríkisborgaraskapur, gjaldoyra, rættarmál og onnur mál verða flutt til ES, tá ið tann nýggja grundlógin kemur í gildi um nøkur fá ár.
Í løtuni hava okkara fólkatingsumboð beinleiðis ávirkan á ta viðgerð sum fer fram í Fólkatinginum nú bæði ES-grundlóg og føroysk ríkismál og uttanríkismál koma til viðgerðar har. Ongantíð áður hevur ta tí verið meiri neyðugt, at føroysku fólkatingsumboðini eru á varðhaldi, og at tey brúka sín møguleika at ávirka og samstarva um, at málini og heimildirnar, so hvørt sum Danmark letur tey til ES, Føroya vegna verða tikin heim til Før-oyar. Hendir tað ikki - verður tað størsta afturstig í Føroya Søgu.
Sjálvstýrismálið á føroyskar hendur
Samgongan, við Javnaðarflokkinum á odda, hevur sett sær fyri at fáa sjálvstýrismálið á føroyskar hendur. Leisturin, sum Javnaðarflokkurin og samgongan hevur valt, er settur saman av trimum týðandi tættum:
1. Yvirtøkulóggávu, sum er ein nútímansgerð av heimastýrisskipanini
2.Lóggávu um størri uttanríkispolitiskar heimildir og
3. Nýggjari stjórnarlóg um rættindi og skyldur føroyinga og um mannagongdir í sambandi við sjálvstýristilgongdina.
Á henda hátt ætlar Javnaðarflokkurin at slóða fyri einari hóvligari tjóðskaparligari semju í sjálvstýrismálinum, og hetta er ein góð ætlan.
Men mangir eru leikir í longum talvi, og tað tykist sum møtir landsstýrið mót-burði í teimum donsku politisku og løgfrøðiligu korridorunum á Christ-iansborg. Langar løgfrøðiligar tulkingar koma aftur og aftur í vegin, og grundlógin, sum skuldi vera frælsisskjal dana, vísir seg nú at forða fyri bæði hesum og hasum, tá ið talan er um, at føroyingar ætla at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum. Tað liggur væl fyri at tamba grundlógina, tá ið danski ES-limaskapurin skal fáast at passa inn í grundlógina, men tað gongur striltið, tá ið vit tosa um Føroyar.
Tað eru politiskir flokkar í Føroyum sum vilja alt ella einki. Teir fáa einki úrslit.
So eru tað politiskir flokkar í Føroyum, sum einki vilja, og sum tí heldur eingi úrslit fáa.
Triði møguleikin er at berjast fyri tí framburði, sum ber til, og at fáa góð úrslit.
Eg eri sanførd um, at Javnaðarflokkinum er tann triði møguleikin.
Í Fólkatingssessurin er eitt fulltíðarstarv
Tá ið tú til fólkatingsvalið tann 8. februar fert at velja tína rødd út í heim, so hevur tað týdning, at tú hugsar um, hvørt røddin yvirhøvur verður at hoyra í Fólkatinginum, og um títt fólkatingsumboð fer at arbeiða fyri Føroyar út í heimi.
Allir teir føroysku fólkatingslimirnir hava í nógv ár eisini verið fulltíðarpolitikarar í Føroyum. Tí hava Føroyar fingið ov lítið burturúr hesari uttanlandssumboðan. Fólkatingið og Løgtingið arbeiða sum kunnugt samstundis.
Eingin kann røkja tveir tingmannasessir í senn í hvør sínum landi til lítar. Bæði sambandskvinnan og tjóðveldismaðurin á Fólkatingi hava hesi seinastu fýra árini verið bæði løgtingsmenn og fólkatingsmenn.
Tað er løgið, at nakar forsvarar hesa støðu, tí tá ið løgtingsmannalønirnar skuldi hækkast fyri nøkrum árum síðani, var ein av grundgevingunum, at tað kravdi eitt fólk í fulla tíð, at røkja ein løgtingssess. Tað bar illa til at hava annað lønt arbeiði eisini. Men, tá ið tað snýr seg um at røkja tveir tingmannasessir - ein í Føroyum og ein í Danmark, tá fær pípan eitt annað ljóð.
Tann føroyski fólkatingslimurin fær góða løn og góðar umstøður - tað forpliktar! Hvat høvdu føroyingar sagt, um vit rindaðu fulla løn og eftirløn til tveir danir í Løgtinginum, og at teir ongantíð vóru at hitta.
Tí hevur tað týdning, at tú velur ein flokk, sum vil taka fólkatingsarbeiðið í álvara, og at tú velur eitt fólk, ið vil arbeiða í Fókatinginum burturav, og sum dagliga og áhaldandi vil arbeiða fyri at styrkja støðu Føroya á altjóða leikpallinum.
Vegna Javnaðarflokkin bjóði eg meg fram til at taka hesa uppgávu uppá meg - At røkja fólkatingssessin sum eitt fulltíðarstarv.