Valdømisuppskotið kann slíta samgonguna

Sambandstingmaðurin Marjus Dam er til reiðar at slíta samgonguna, verður uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi ikki tikið aftur ella felt -Løgmaður má tosa løgtingsformannin til sættis, soleiðis at hann tekur uppskotið um eitt valdømi aftur. Ger hann ikki tað, er samgonguni ikki lív lagað, segði Marjus Dam við Útvarpið í gjárkvøldið.

Marjus Dam er sera misnøgdur við, at partamaðurin Edmund Joensen hevur lagt uppskot fram um at skipa Føroyar sum eitt valdømi.

Sambandstingmaðurin í Vágum sigur, at samgongan fellur, tekur hon undir við uppskotinum hjá løgtingsformanninum. Hann hevur tí biðið løgmann skipa fyri einum samgongufundi um støðuna.