Valborg Heinesen framdi í gjár eitt bragd, tá ið hon megnaði at renna seg til silvur í 5000m-teininum í kappingini um danska meistaraheitið.
Simone Glad, sum var mett at vera favorittur, rann frá hinum alt fyri eitt og vann við tíðini 16.23,79. Ikki langt aftanfyri hana var kappingin harðari, har Valborg Heinesen og Matilde Hegnsgaard dystaðust.
Matilde hevði fyri tað mesta munin, men tá ið 600 metrar vóru eftir stakk Valborg framvið henni. Opið var tó ikki stórt, og at enda var tað eisini um reppið, at hon fekk Valborg aftur. Tað fekk hon tó ikki, og Valborg vann dystin um silvurið við tíðini 17.30,22, meðan Matilde fekk tíðina 17.30,84.
Fortreytirnar hjá Valborg vóru ikki tær bestu eftirsum hon er undir harðari venjing fram ímóti marathon-kapping í næsta mánaða, men beinini høvdu tað gott í gjár – somikið gott, at hon kutaði góð sjey sekund av føroyska metinum, sum Bjørk Herup Olsen átti eftir kapping í Princeton í apríl 2012.
kelda: fif.fo