Birgir Mohr
Sandi
?????????????
Sambært Dagblaðnum skal Fólkaflokkurin nú vera garantur fyri, at eingin spekulatión verður við føroysku jørðini! Men hvør trýr slíkum? Danir hava eitt orðatak um »at biðja revin ansa eftir gæsnum«!
Valla er landbúnaðarálitið sodnað, so er lógaruppskotið gjørt. Tað man vera tað at valið nærkast, sum skundar undir, men hastverk er og verður lastverk. Minnist til »rilliskriða-kunngerðina« frá sama landsstýrismanni.
Ein leggur merki til, at landsstýrismaðurin ikki fylgir álitinum hjá nevndini, sum mælti til ikki at »selja fjøllini«, tí hesi verða mett sum almenn ogn. Nevndin mælti til bert at »selja« inngangarðsjørð?
Landsstýrismaðurin sigur ikki, hví hann er ósamdur og vil avhenda alla landsins jørð ? innan- og uttangarðs?
Tó at nevndin staðfestir, at júst festiskipanin hevur verið garantur fyri støddina av almennu gørðunum, so teir ikki vóru sundurskiftir, so fyrislær bæði nevndin og almenni myndugleikin at avhenda hesar eindir og gera alt privat. Men vil so við servituttum fyribyrgja, at sama jørð síðani verður sundurbýtt ella nýtt til annað endamál enn landbúna. Hetta er helst óklókt, at fremja, at fremja hesa avhending ? óneyðugt.
Um slíkt fer at hepnast í framtíðini kann so ein og hvør meta um, men ein kann væl hugsa sær, at hendir hetta, so kunnu hesir servituttir verða strikaðir stutt inni í framtíðini, kanska enntá av sama myndugleika. Tí hetta er og verður fiks-faksarí bæði juridiskt og handilsliga og ein »atgerð« á ognarrættin, sum higartil hevur verið tryggjaður í grundlógini. Hetta er tí ? og eigur eisini at vera tað ? sera ivasom framferð, at tangera grundlógina.
Allir núverandi festarar fáa sum útgangsstøði framíhjárættindi til at ogna sær festijørðina ? uttan teir, sum hava leigutraðir. Hesir kunnu ikki ogna sær leigutraðirnar, men skulu tvørturímóti rokna við at skula lata hesar aftur til festigarðarnar, sum tær eru innlagdar frá. Hetta er órættur og mannamunur. Her er ikki hugsað um smámannin, tað er vist.
Síðan skulu komandi eigarar av landbúnaðarjørðini lúka ávísar minstukrøv til førleika fyri at røkja jørðina, húsdjór ella landslag. Ilt at vita, hvat hetta kemur at merkja. Men verandi festarar skulu ikki lúka onnur førleikakrøv enn higartil: førarabræv til »gravkúgv«. Hví?
Um ein kemur at ogna sær jørð frá tí almenna, sum ber meira enn 50 áseyðir, so skal ein flyta til markatalsbygdina. Hetta eru harðar treytir, tí tað er óneyðugt, ferðamøguleikarnir millum bygdir eru góðir og vónandi í betring í dag, og fleiri av markatalsbygdunum eru útdeyðar. Tað krevst eingin bústaðarskylda fyri at avvarða 50 hagaseyðum! Tað er sjálvandi øðrvísi við stórdýrum.
Verandi festarar kunnu ogna sær almennu jørðina eftir mettum prísi, sum er fingin til vega út frá meting eftir, hvat jørðin hevur kastað av sær. Ikki eftir, hvat marknaðarprísurin á jørð er? Marknaðarkreftir og liberalisma eru gloymd ? men fólkaflokkurin sigst vera liberalur? »Liberalisma á høkjum« ? sum ikki einaferð!
Tað er ógreitt, um festarin noyðist frá sum bóndi, um honum tørvar almenna sanering fyri at halda fram, men helst skal útgangsstøði nú skiljast so?
Tað stendur í uppskotinum, at fornminni o.a.l. ikki skulu avhendast saman við jørðini, men tað er ikki heilt greitt tilskilað. Skulu til dømis fornminnini í Koltri, sum Fornminnisfelagið hevur bekostað so nógvan pening at seta í stand, nú latast einum persóni sum ogn? Tá verður Koltur við fornminnum at sammeta við oynna hjá Onassis, sála, í Ægæarahavinum. Men tað er kanska í tráð við ætlaða politikkin í Føroyum á hesum økinum? Hvussu sleppur almenningurin tá til fjøllini í Koltri? Tað sigst, at gjaldast skal longu fyri at koma upp á land í Koltri til privatfólk? Eg veit tó ikki, um so er!
Møguleiki skal gerast fyri at stovna kunstig partafeløg til bóndur ? einmansfeløg. Hetta ljóðar sera merkantilt og fakliga vælkvalifiserað.
Men bert ein eigari má standa fyri einum bóndagarði í framtíðini. Og »keypsprísurin« verður settur eftir meting, sum skal byggja á 5 teir seinastu ársroknskapirnar. Tað logiska av hesum má so vera, at vísa hesir hall, so verður ognin helst fingin fyri einki til ognar ? ella tað fylgja kanska pengar við fyri at ogna sær garðin úr jarðargrunninum. Og festileigan skal setast so høgt, at øll tvingast at ogna sær festini.
Teir donsku pengarnir, sum eru í Jarðargrunninum, skulu flytast í ein nýggjan búnaðargrunn til hesi fáu útvaldu fólkini at arbeiða við. Hesir donsku pengarnir lukta ikki ? tað eru bert teir donsku í blokkinum, sum lukta so illa, og tí verða sendir aftur til Danmarkar. Hví hendan vinnan ikki kann arbeiða við vanligu peningastovnunum, ja, tað er tað als eingin forkláring uppá.
Ein nakað stór umsiting skal til ? í hvussu so er fyrstu árini. Hon skal ikki gjaldast úr Búnaðargrunninum. Nei, hon skal flytast úr Jarðarráðnum, sum skal niðurleggjast, og síðani økjast undir Vinnumálastýrinum og Palleba og Marsanna skulu gjalda gildið. Tað var til seinasta val, at fólkaflokkurin vildi minka almennu útreiðslurnar til miðfyrisiting, ikki neyðvendigvís til komandi val?
Felags fyri allar ásetingar í komandi lógini er, at landsstýrismaðurin skal hava heimild til at gera undantøk. Tað er jú ein sjálvfylgja? Og ein hópur av kunngerðum skal koma at fylgja lógini upp, sum Vinnumálastýrið skal útarbeiða og landsstýrismaðurin seta í verk ? júst sum við »rilliskriða-kunngerðini«? Rættartrygdin verður so í lagi, tað eiga vit at vænta.
So tann, sum ætlar sær at vera bóndi í framtíðini, hann eigur at vera væl við landsstýrismannin í búnaðarmálum.
Kemur hetta uppskot óbroytt ígjøgnum Føroya Løgting, so er ikki væl vorðið her, tað er vist. Men tað vænti eg ikki, tí hetta er ikki nakað vælaverk, hetta er valagn ? valflesk hjá fólkaflokkinum.
Privatu búnaðarjørðina hevur landsstýrismaðurin ikki torað at lóggeva fyri ? tað er helst skilagott av honum, so tað skal hann hava rós fyri.