Vakur ?vatnveggur? sum ger luftina reinari

Bogi Olsen sigur, at skipanin, sum hann selir, hevur verið á danska marknaðinum í sløk 10 ár. Hon er roynd og góðkend av fleiri óheftum donskum stovnum, eitt nú Ríkissjúkrahúsinum og Dansk Teknologisk Institut.

Vørumessan 2002

Firmaið North Star Trading, sum Bogi Olsen á Nesi eigur, verður við á Vørumessuni 2002.
Høvuðsvøran hjá Boga er ein sonevndur ?vatnveggur? ? ella Aqua-Wall, sum hann kallast á enskum.
Tað primera við hesum ?veggi? er, at hann reinsar inniluftina fyri dust og aðrar verur í luftini. Samstundis økir hann um vætuna, soleiðis at innluftin ikki verður so turr, ósunn og óbehagilig.
Endamálið við skipanini er at geva arbeiðsfólkinum eitt betri arbeiðsumhvørvi, soleiðis at arbeiðsgleðin verður størri.
Hetta er eitt reint danskt ?patent?, sum Bogi Olsen er einsamallur um at selja í Føroyum.

Vatn og luft renna saman
Umframt sína góðu ávirkan á inniluftina, er veggurin við rennandi vatni dekorativur og vakur á at líta. Hann fæst í ymiskum litum, og er tað ynskiligt, kunnu fyritøkur og stovnar fáa sítt navn ella búmerki sett á framsíðuna.
70 litrar av vatni eru í skipanini, og á botninum eru livandi plantur, sum kunnu skiftast eftir tørvi og eitt nú eftir árstíðini.
Bogi Olsen sigur, at við hesi skipan verður luftin reinsað á ein náttúrligan hátt.
- Vatnið verður pumpað upp ígjøgnum rør og rennur síðan niðureftir eini akryl-plátu. Við tað, at vatnið rennur uttaná, hevur tað eitt náttúrligt samband við luftina. Er luftin turr, fer hon inn og tekur vætu frá vatninum og harvið økist vætan í luftini.
Hann sigur, at skipanin, sum hevur verið á danska marknaðinum í sløk 10 ár, er roynd og góðkend av fleiri óheftum donskum stovnum, eitt nú Ríkissjúkrahúsinum og Dansk Teknologisk Institut.

Tænasta fylgir við
Bogi sigur, at skipanin verður bara seld ella leigað saman við teirri tænastu, hann veitir, tí neyðugt er at halda vatn, plantur, filtur og skipanina annars við líka.
- Tá hevur tú allatíðina eina reina og nossliga skipan sum hevur optimala ávirkan á umhvørvið, sigur hann.
Triðju hvørja viku verður skipanin reinsað. Nýtt vatn verður fylt á, og filtur verða skift. Somuleiðis verða planturnar skiftar eftir tørvi.
- Nakrar slíkar skipanir eru settar upp í Føroyum, og onkur stovnur hevur havt Aqua-Wall í meira enn eitt hálvt ár ? við góðum úrsliti.
Bogi Olsen sigur, at til ber eisini hjá stovnum og fyritøkum at læna eina aqua-wall skipan í nakrar dagar ? ókeypis og óbindandi.