Kári P. Højgaard, tingmaður, vil nú hava at vita, hvat samgongan ætlar at gera við vaktarhaldið og eftirlitið á fiskigrunnunum undir Føroyum.
Tí hevur hann nú spurt Johan Dahl, landsstýrismann, hvat hann ætlar at gera, tí sum støðan er nú, nærkast vit markinum til ábyrgdarloysi.
Í hesum sambandi vil løgtgingsmaðurin fyrst hava staðfest, um landsstýrismaðurin er nøgdur við støðuna.
Hann vil eisini hava at vita, um vit kunnu vænta, at vaktarskipini fara at ligga bundin við bryggju meginpartin av hesum hálva árinum, sum er eftir av 2011, akkurát, sum tey gjørdu í seinna hálvári í fjør.
- Seinasta ársfjórðing í fjør loysti Brimil bara fýra ferðir og Tjaldrið var bara úti einar 20 dagar, staðfestir Kári P. Højgaard.
Síðani tá eru útreiðslurnar hækkaðar, eitt nú, tí at oljan er blivin dýrari. Tí liggur tað í kortunum, at skipini fara at liggja við bryggju enn meiri í ár, enn tey gjørdu í fjør.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu Johan Dahl ætlar at tryggja, at lógir og reglur verða hildnar, so at fiskað verður burðardygt og um hann ætlar at biðja um eina eykajáttan, fyri at fáa betri vaktarhald og eftirlit.
Hann staðfestir kortini, at sum støðan er nú, eru skipini kortini altíð tøk til leiting og bjarging, tí tá ið peningur manglar í, verður tað raðfest fram um eftirlit.
Hinvegin metir hann eisini, at fskiveiðieftirlit er ein alneyðug uppgáva.










