Vaksnir menn eru nógv verri enn smábørn

Bæði lærarar og Landsstýrið bera seg verri at, enn fornermað smábørn. Børnini hava tó so mikið í høvdinum, at tá tey hava klandrast eina løtu, gerast tey góð aftur og spæla víðari, siga næmingar, sum nú eru troyttir av at ganga fyri einki

Nú er ovboðið hjá nógvum næmingum, sum ikki sleppa í skúla orsakað av trætuni millum lærararnar á Stundentaskúlunum og HF skeiðunum og Landstýrið.

Nú er tíð at gevast við at vera tvørur, halda fýra gentur úr 2. E í Hoydølum, sum nú ikki tíma at hava frí meira. Tær eru farnar undir egna skúlagongd fyri ikki at detta heilt burtur ímillum, tá vanliga skúlagongdin einaferð byrjar aftur.

Bæði lærarar og Landsstýrið vinna nógv størri virðing, um teir gevast við hasum tvætlinum og heldur lata okkum sleppa í skúla, meðan teir samráðast, halda tær fýra, Jónhild, Heidi, Katrin og Sára, sum eru leiddar av at ganga fyri einki, orsakað av nøkrum, tær eru púra ósekar í.

Farið er undir seinna hálvár av skúlaárinum, og har eru, sum kunnugt, nógvir frídagar. Halgidagarnir eru nógvir, og tá so mestsum ein heilur mánaði er farin av undirvísingartíðini til at trætast í, fara næmingarnir at óttast, hvussu verður við próvtkunum.


Byrja sjálvar

Í Reynstúni á Argjum hitta vit tær fýra genturnar úr 2. E í Hoydølum. Tær hava tikið málið í egnar hendur, og sita nú og royna at fáa savna stumparnar av tí, tær annars skuldu havt gjørt í Hoydølum.

Vita vita, hvat vit skulu ígjøgnum, siga tær. Og okkurt er býtt út til bólkar og skal gerast í felag. Uppgávur, so sum stílar og rapportir, skulu latast inn hvørja viku. Nú eru longu tríggjar vikur farnar, og vit sleppa ikki av við nakað av hesum. Men gerast skal tað, so tað kemur alt upp í røkur, tá einaferð verður byrjað aftur, siga tær.

Okkurt hava tey fingið fyri, áðrenn tey fóru í jólafrí, og millum annað tað, royna tær nú at fáa frá hondini.

Men annað er, sum bara hópar seg upp. Til dømis er partur av pensum ein námsferð í samband við málundirvísing. Ferðin er løgd um páskirnar.

Ætlanin er at fara til Barcelona, og nógv er at fyrireika. Og tað kostar. Til dømis er rættiliga nógv, sum skal lesast á sponskum, enskum, donskum og føroyskum í samband við ferðina.

Eisini hava tey í flokkinum goldið 10.000 krónur í depositum fyri ferðina. Og tey fara ikki at góðtaka, at missa teir pengarnar, tí lærarar og myndugleikar klandrast um nakað, næmingarnir ikki hava ávirkan á, men bert gjalda fyri.

Umframt liggur ein rættiliga stór uppgáva í føroyskum, sum tey ikki fáa gjørt.


Endalig próvtøka

Tað er ikki bara í 3.G, at endalig próvtøka er. Eisini í 2. G eru fleiri lærugreinar, sum skulu avgreiðast. Og annar flokkur á studentaskúlanum er rímuliga strævin, eru tær fýra, Sosialurin hevur tosað við, samdar um.

Tað verður eitt hundalív, tá nú alt skal takast inn aftur í vanligari skúlatíð. Og tað má tað, sambært Eilifi Samuelsen, landsstýrismanni í undirvísingarmálinum. Yvirtíð leygar- og halgidagar verður ikki givin.

Eilif átti at minst, hvussu spentur hann sjálvur var, tá hann skuldi til próvtøku. Bæði um úrslitið og um at verða liðugur. Og soleiðis ganga tey flestu eisini í dag. Bara við tí muni, at nú fá tey eina eyka pínu at dragast við, tí tey vita ikki, nær, ella um tey nakrantíð verða liðug, siga tær fýra.

Allar ætlanir hjá teimum, sum skulu til endaliga próvtøku, fara fyri einki, um tey ikki verða liðug til tíðina.

Og tað mátti verið ein heldur høgur prísur at goldið bara tí, at nakrir lærarar og ein landsstýrismaður, sum forrestin eisini er lærari, eru ov tvørir til at viðganga, at teir hava mistikið seg, siga Jónhild, Heidi, Katrin og Sára úr 2. E í Hoydølum.