Tað gongur væl hjá ítróttarháskúlanum í Vági. Tá triðja skeiðið á skúlanum byrjaði fyri eini viku síðan, vórðu 32 næmingar tilmeldaðir.
Tað skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari.
Hetta árið, ið skúlin hevur verið til, er næmingatalið tvífalda og tað eru ikki einans føroyingar, ið taka av møguleikanum, men fleiri eru komin uttanlanda frá eisini.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, sigur við heimasíðuna hjá kommununi, at tað er upplyftandi og lívgevandi at síggja, at ung fólk taka av møguleikum, ið eru í nærumhvørinum, umframt at nógv koma aðrastaðni frá eisini.
Næmingarnir í ár eru úr Føroyum, Danmar og Onglandi.










