Nú nakrar kommunur í Føroyum hava havt trupulleikar við drekkivatninum, hevur Vágs kommuna gjørt av at vera fyrivarin og hevur tikið fyribyrgjandi stig.
- Ljósrørini, sum UV-strála vatnið, vórðu skift í seinastu viku. Harumframt verður vatnið eisini klorað. Hesa árstíðina er nógvur gróður í jørðini, og tískil er eisini øktur vandi fyri, at bakteriur eru í vatninum.
Tað sigur Vágs kommuna í dag.
- At klorsmakkur og klorluktur er, kemst av, at vatn, ið ikki er klorað, leggur eina skón av feitti frá mold og mógvi og tí, sum annars er í jørðini, inni í vatnrørunum.
Lagt verður aftrat, at tá klor síðan verður sett til, loysnar skónin og ber klorlukt og klorsmakk við sær út til kranarnar hjá brúkarunum.
- Hesin luktur og smakkur stendur við, til rørini eru rein innan, og tað kann taka nakrar vikur, til lukturin av klori er burtur, sigur Vágs kommuna.










