Vágs skúli nýggjan skúlastjóra

Í Vágs skúla eru 196 næmingar í 10 árgangum, og 18 lærarar eru í føstum starvi.

Vágs skúli skal nú hava nýggjan skúlastjóra. Tað verður sagt í lýsing frá Mentamálaráðnum.

 

- Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri við Vágs skúla.

 

Í Vágs skúla eru 196 næmingar í 10 árgangum og 18 lærarar í føstum starvi. Starvið sum skúlastjóri við Vágs skúla verður sett frá 1. august 2015, og umsóknarfreistin er sett til 5. juni 2015.