Nú kemur nýtt frystilínuskip í føroyska flotan.
Tað er P/F Fossá í Sandavági við Hálvdan Gudmundsen á odda, og P/F Varðin í Gøtum sum hava keypt norska frystilínuskipið, Brimøy.
Sátmálin um keypið er undirskrivaður við norska felagið Ervik Havfiske, men keypsprísurin verður ikki upplýstur.
Hálvdan Gudmundsen sigur í samrøðu við www.vagaskip.dk, at avgerð varð tikin um at útvega sær skip við frystiorku, so langfaraleiðir kunnu troytast betur, enn við bert ísfiskaútgerð umborð.
Skipið skal fiska undir Føroyum, undir Ísland og helst á øðrum fjarleiðum so sum Flemish Cap.
Ætlandi skal Venus, sum er fyrrverandi Øyliner, og Ekliptika, latast til Ervik Havfiske í einum býtis- og keypsavtalu við Brimøy.
Reiðaríði eigur eisini línuskipini Havbúgvan og Reynsatind, og átti Thomas Nygaard sum bleiv upphøgdur í 2012.
Nýggja skipið kemur at fiska íslandskvotuna hjá hesum fýra skipunum, sum er íalt 760 tons.
Hvat verður gjørt við Havbúgvan og Reynsatind er enn ikki avgjørt. Reiðaríði eigur eisini trolaran Vesturtúgva, sum partrolar við Grønanes.
Tað verður skiparin á Havbúgvanum seinastu árini, Jan Vang av Norðskála, sum verður skipari á nýggja frystilínuskipinum.
Brimøy er bygd á Solstrand Verft í Tomrefjørðinum í Noreg í 1988. Skipið er 41,30 metrar langt og 9 metrar breitt og 646 bruttotons til støddar.
Skipið lastar 270 tons av blokkfrystum fiskið. Frystikapaciteturin er tríggjir vertikal frystarar, og tvær frystitunnelir, sum íalt klára at frysta umleið 20 tons um døgnið. Frystitunnellirnar verða brúktar til at einkultfrysta stóran fisk.
Brimøy er útgjørt við Mustad autolínuskipan.
Høvuðsmotorurin er 1360 HK ella 1028 kW og av slagnum ABC 6 MDZ.
|










