Vága Floghavn hevur undirskrivað keypssáttmála við eysturríkska felagið, Rosenbauer um keyp av tveimum nýggjum brandbilum til flogvøllin. Samlaði sáttmálin við Rosenbauer ljóðar uppá góðar 7,9 milliónir krónur. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi í morgun.
Teir nýggju brandbilarnir skulu avloysa núverandi brandbilarnar hjá Vága Floghavn, ið eru 18 og 20 ára gamlir.
- Áðrenn avgerð varð tikin um at gera sáttmála við eysturríkska felagið Rosenbauer um nýggju sløkkibilarnar, bóðu vit um tilboð frá 4 veitarum av slíkum flogvallarbrandbilum, úr ávikavist Týsklandi, Italia, Hollandi og Eysturríki. Tilboðið frá Rosenbauer í Eysturríki var mett at verða tað mest áhugaverda, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn, um avgerðina at keypa brandbilarnar frá Rosenbauer.
Bilarnir verða framleiddir í Eysturríki, og eru av slagnum Panther 6X6s. Sambært Vága Floghavn er talan um framkomnar brandbilar, sum eru bygdir serliga til flogvøllir, og sum lúka øll myndugleikakrøv til nýtslu á flogvøllum.