Vænta fleiri landingar í næstu viku

Fýra partrolarapør fiska upsa, eitt fiskar svartkalva, og tvey pør fiska gulllaks.

Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap, og flestu skip koma inn at landa í næstu viku. 

 

- Fýra pør fiska upsa og fáa eisini nakað av hvítum fiski.  Eitt par fiskar svartkalva, og tvey fiska gulllaks.

 

Í løtuni er ein djúpvatnstrolari á svartkalvaveiði. Teir landa væntandi fyrst í næstu viku. Ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.

 

- Ein trolbátur er á landleiðini, ein á Skeivabanka, ein á Íslandsrygginum, og tveir eru norðanfyri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trolbátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski.