Vænta at osonlagið er normaliserað um 40 ár

Umstríddar ætlanir um at avmarka alheims upphiting við svávulbitlum kann hótta góðu gongdina

 

Nasa-upptøkur av holunum í osonlagum í 1979 til vinstru og í 2009 til høgru. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

Komandi 40 árini – innan 2066 – verður roknað við, at osonlagið ovast í lofthavinum verður normaliserað, um tey tiltøk, sum eru sett í verk, halda fram.

Osonlagið er ein rond av ozon, sum er umleið 10 til 60 kilometrar yvir jørðini. Gassið verjir jørðina við ultraviolettum geislum, sum kunnu geva húðkrabba og gera stóran skaða á grøðina.

Longu í 1980'unum fóru granskarar av álvara at síggja broytingar í osonlagnum, og tað var sett í samband við nýtsluna av CFS-gassum. Tey vóru brúkt síðani 1950'ini í øllum frá køliskápum og spraydósum.

Men frágreiðingini kemur eisini eini týdningarmiklari ávaring. Stríðið fyri at varðveita osonlagið hongur í stóran mun saman við stríðnum fyri at verja verðurlagsbroytingarnar.

Umstríddar ætlanir um at varðveita alheims upphitingina við at føra svávulbitlar út í ovastu løgini í osonlagnum eru vorðnar meira vælumtóknar seinastu árini. Tað kann geva nýggjar trupulleikar fyri osonlagið, ávara granskarar.

Tá Pinatubo-eldgosið á Filippinunum goysti í 1991, lækkaði alheims hitin í umleið eitt ár. Tá fóru stórar mongdir av svávuli út í atmosferuna.

Veðurlagsnevndin hjá ST, IPCC, hevur eisini ávarað um at rytman í monsunregninum í Afrika og Asia, sum ein stórur partur av heimsins matframleiðslu er bundin at, kann hava negativa ávirkan av útláti av svávulbitlum.

Sambært frágreiðingum áður fer holið í osonlagnum yvir norðaru hálvkúlu vera heilt aftur í 2030'unum, meðan tað størra holið í osonlagnum yvir Antarktis verður heilt aftur í 2060,unum.

Í 1987 undir Montreal-konventiónini samtyktu um 200 av heimsins londum at banna og niðurlaga CFC-gass. Og tað átakið ber nú frukt sambært ST-frágreiðingini.

/ritzau/AFP

 

Nasa-upptøkur av holunum í osonlagum í 1979 til vinstru og í 2009 til høgru. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix