Føroya fyrsti langhylur, Pálshøll í Vági, er farin undir ymisk tiltøk og eitt teirra verður í næstum.
Til ber at vitja Páls Høll fríggjakvøldið 29. jan. millum kl. 21.00-00.00.
Umframt svimjing, heitan pott, dampbað og sauna, er eisini møguleiki at fáa massagu.
Borðreitt verður við gómagóðum ábiti og drekkivørum.
Tiltakið er vælegnað til pør, bindiklubbar, ella teg, sum bara vil forkelast eina løtu, skrivar Pálshøll á síni heimasíðu, og lagt verður afturat, at 18 ára aldursmark er til tiltakið.











