Væl umtóktur føroyskur barónur á Fjóni

Mangt er, sum bendir á, at føroysk ferðafólk í framtíðini ikki fara at vitja gomul fornminni, sum t.d slottið á Egeskov og barndómsheimið hjá H. C. Andersen i Odense, tá ið tey eru á vitjan á Fjóni í Danmørkini.

Mangt er, sum bendir á, at føroysk ferðafólk í framtíðini ikki fara at vitja gomul fornminni, sum t.d slottið á Egeskov og barndómsheimið hjá H. C. Andersen i Odense, tá ið tey eru á vitjan á Fjóni í Danmørkini.

 

Orsøkin er, at tað er vorðið meira enn ”inn” ístaðin at vitja føroyska barónin, Johan von Gyldenkilde (Jóhan í Kollafirði), á góðsi hansara Stjernekilde í lítlu bygdini Havndrup á Miðfjóni.

 

Dag og dagliga velja fólk at leggja leiðina framvið hjá kendisparinum, Rakul og Jóhan, har tey fáa eitt upplivilsi fyri lívið.

 

Umframt at vera ein frálíkur røðari, er Jóhan samtundis ein fram úr góður tónleikari. Herfyri fekk hann vitjan av 50 pensionistum úr Gøtu og Leirvík. Ímeðan gestirnir hugna sær við einum kaffimunni og einum køkubita aftur við, undirhelt kendisparið við sangi og klaverspæli. Ein annar føroyskur útiseti og legenda, Simon von Konoy, varð eisini boðin at syngja og spæla, og tá ið hann sang landapláguna ”Fiskafrikadello”, sungu øll við og dansaðu.

 

Á Stjernekilde eru ongar fartelefonir, radio, sjónvarp við meira. Tó so, Jóhan hevur eina teldu, soleiðis at hann við jøvnum millumbilum kann leitað sær innar á Youtube, Facebook við meira.

 

Garðurin er stórur, og barónurin sigur, at hann hevur ein dreym um at hjálpa fólki, sum eru fyrrverandi rúsevnismisnýtarar, ella eru illa fyri sálarliga. Sum fyrrverandi misnýtari veit hann, at ein hevur tørv á kvirru og kærleika, tá ið høvuðsviðgerðin er av. Tey kunnu búgva á garðinum í eina tíð og geva eina hond við, og annars hugna sær saman við tama grísinum, hundunum, kettunum, dunnunum og hestinum.

 

Bæði Fyens Stiftstidende og lokalblaðið Midtfynsposten hava í seinastuni havt samrøður við føroyska kendisparið.