Vinna
Tað gjørdist ikki nakar koddi fyri saltfiskavirkið Vaðhorn Seafood á Strondum, at virkið í 2003 varð kosið at vera Ársins Virki í Føroyum.
Síðan henda dag er framleiðslan økt og nútímansgjørd, og í summar tók felagið eisini í nýtslu nýggjan virkisbygning, har øll skeringin nú fer fram.
Seinastu 4-5 árini er talið av arbeiðsfólki á saltfiskavirkinum umleið tvífaldað og tey, sum standa aftanfyri virkisraksturin, hava góðar vónir um eitt gott komandi ár.
Størri nøgdir
Jens Martin Knudsen, virkisleiðari á Vaðhorn Seafood, sigur, at felagið í ár hevur keypt sløk 4.000 tons av ráfiski, men hann væntar, at nøgdirnar komandi ár verða væl størri.
- Við nýggja virkisbygninginum hava vit økt um framleiðsluorkuna, og vit royna alla tíðina at gera okkum betri, soleiðis at arbeiðsumstøðurnar og arbeiðsgleðin verður varðveitt og gerst enn størri.
Virkisleiðarin sigur, at nú felagið hevur tikið í nýtslu nýggja framleiðsluhøll og ráfiskagoymslu, hava tey eisini í tøttum samstarvi við smiðjuna hjá MEST í Runavík, fyrrverandi FJM, roynt at gera framleiðslugongdina so rationella sum gjørligt.
Meiri er at lesa um nýggju tøknina í hinari greinini á hesi opnu.
Støðugari veiting
Bygningurin, sum er bygdur aftrat gamla virkinum, er umleið 1100 fermetrar stórur, og her fer øll skering fram, eins og ráfiskagoymslan nú eisini er í hesum bygningi.
Jens Martin Knudsen vísir á, at tá kappingin um ráfiskin og marknaðin annars er hørð, er neyðugt at gera seg uppaftur betri og meiri kappingarføran.
Hann sigur, at neyðugt er við einari ávísari stødd á framleiðslu, tá kappingin ger, at avlopið fyri hvørt kilo av ráfiski er minni.
- Útbyggingin av virkseminum merkir eisini, sigur virkisleiðarin, at Vaðhorn Seafood kann hava eina støðugari veiting til viðskiftafólkini úti í heimi.
Út við 100 fólk
Virkisleiðarin sigur, at tey á Vaðhorn taka framtíðina sum eina avbjóðing, har tey saman við tí arbeiðsfólki, sum er grundarlagið undir virkseminum, síggja ljóst upp á tíðina, sum liggur fyri framman.
Út við 100 fólk eru á lønarlista hjá Vaðhorn Seafood, og aftrat føstu arbeiðsfólkunum, hava skúlanæmingar í 10. flokki á Strondum havt høvi at tjent sær nakrar krónur á virkinum, samstundis sum virkið á henda hátt hevur havt roynda arbeiðsmegi.
- Vit hava soleiðis havt skúlanæmingar til upplæring, og hesir eru góðir at hava við hondina, tá okkum tørvar fólk í framleiðsluni, sigur Jens Martin Knudsen, virkisleiðari.
Høvuðsfiskasløgini, sum saltfiskavirkið á Strondum virkar, eru toskur, longa og brosma, og kanska telir toskur størsta triðingin, tá árið er úti.










