Vætragenta ferðast til Grønlands og Føroya í kongaligum jólakalendara

Á fimta sinni ger kongshúsið ein talgildan jólakalendara. Í ár er ríkisfelagsskapurin í fokus, og tosað verður millum annað føroyskt

Hevur tú ein profil á sosiala miðlinum Instagram, kanst tú nú undan jólum fylgja talgilda jólakalendaranum hjá kongshúsinum. Í ár er ríkisfelagsskapurin karmur um jólakalendaran.

Tað upplýsir kongshúsið í tíðindaskrivi.

Tað er fimtu ferð, at kongshúsið ger ein talgildan jólakalendara, sum hvørt ár hevur eina frásøgn um eina hondgjørda nissu hjá Margretu drotning.

– Í ársins jólaævintýri sendir drotningin vætragentuna út á eina ferð gjøgnum ríkisfelagsskapin fyri at finna tvey systkin síni, sum vætrafamiljan ikki hevur hildið jól saman við í hundrað ár.

– Systkini hjá vætragentuni búsettust í ávikavist Føroyum og í Grønlandi undir kongavitjanini hjá Kristiani X og Alexandrinu drotning í 1921 – og eingin hevur sæð tey síðani, verður sagt í einum brellbita til jólakalendaran í tíðindaskrivinum frá kongshúsinum.

Harafturat verður sagt, at bæði føroyskir og grønlendskir jólasiðir og sagnir verða flættaðir saman við frásøgn um um kongshúsið gjøgnum tíðirnar.

Til ber at fylgja frásagnunum hvønn dag á instagram-profilinum hjá kobgshúsinum. Jólakalendarin verður eisini at síggja á heimasíðuni hjá kongshúsinum. Og hann verður á fýra málum: Donskum, føroyskum, grønlendskum og enskum.

Klokkan 07:30 í morgin 1. desember verður fyrsta lúkan latin upp, og fram til 24. desember verður ein nýggjur kapittul avdúkaður um dagin.

Áður hevur talgildi jólakaldarin hjá kongshúsinum millum annað snúð seg um, at fýra vætrar vóru sleptir leysar á Fredensborg Slotti.

Eitt annað ár var støðið tikið í Marselisborg Slotti, men í ársins útgávu fara vætrarnir altso á vitjan í Føroyum og í Grønlandi.

/ritzau/