Vísukongurin á Summarfestivalin

Seinasta útgáva hansara er meira enn 15 ára gomul, og framførslurnar hava sjáldan verið nógvar í tali. Kortini man Kári P vera ein tann fólkakærasti sangarin, sum føroyingar hava. Og lítil ivi er um, at fjøldin fer at syngja við, tá Villar Víddir, Kallikatt og kanska eisini Gullkálvurin fara at ljóma á Vágsbøi

Tónleikur

 

Sum tóna- og orðasmiðjur hevur hann verið ígjøgnum at kalla alla menningarlæruna. Ballingarsangirnar við Debes og Petersen høvdu á sín hátt sín sorgleysa dám, ið aloftast hoyrir ungdóminum til. Sum einstaklingur skapti hann sær heiti sum samfelagsrevsari, tá vælferðarvísur vórðu sendar á marknaðin í 1979. Hetta heitið hekk eisini við, tá Hinumegin Ringvegin varð send út 12 ár seinni, men í nógvar mátar var tónleikurin og skaldskapurin tá lyft á eitt heilt annað støði. Orðini vóru í nógvum førum meira hugleiðandi við einum farra av vísdómi, og hugburðurin handan orðini kanska ikki longur eins bastantur.

Meira enn nakað, so var tónleikurin tó framvegis fólksligur. Smíðaður við serstaka háttalagnum, sum bert ein veruligur fólkasangur í orðsins sanna týdningi megnar tað. Hóast nøkur av løgunum og orðunum eru lænt frá donskum, íslendskum og svenskum skaldskapi, so er hamurin framvegis so serligur fyri Kára P. Og gjarna við nýbrótandi orðasmíði aftanfyri. Eitt nú tá hann smíðaði føroyska orðið fyri nostalgi – afturhvarv. Ella tá hann so meistarliga navngav eina sangin Andvera. Hetta sum ein andsøgn til tað at vera.

Eins fólkakærur, sum tónleikur hansara hevur verið. Næstan eins lítið hevur Kári P verið at sæð sum entertainari. Seinnu árini hevur talan verið um onkrar einstakar framførslur í Keypmannahavn, umframt at hann eisini var partur av konsert í Norðurlandahúsinum, har peningurin fór til vælgerandi endamál.

Leygarkvøldið á SummarFestivalinum verður hann tó stóra føroyska navnið. Og á einum festivali, har fólksligur og sangbærur tónleikur vanliga verður settir í fokus, ber væl illa til at ímynda sær eitt betri navn enn júst Kára P.

 

Ein meistari

Tónlistarliga eru tað fleir, sum meta Kára P standa einsamallan á føroysku tindunum. Ein av hesum er Steintór Rasmussen, sum er ein av høvuðskreftunum handan SummarFestivalin, og hann dylur ikki fyri, at teir eru bæðir ernir og fegnir um, at navnið á Kára P nú kemur á stóru plakatina.

- Tað eru vit sjálvandi. Kári er eitt sera stórt navn innan føroyskan tónleik. Kanska hevur hann ikki verið so produktivur, sum fleiri aðrir tónleikarar hava verið. Men tað framúr væl frágingið, sum hann hevur lagt eftir sær. Vælferðarvísur og Hinumegin Ringvegin eru sannir varðar innan føroyskan tónleik. Og sum eg havi skilt tað, so verða tað fyrst og fremst løg av hesum báðum útgávunum, sum verða framførd.

Tú hevur sjálvur fingist nógv við tónleik. Hvat er tað, sum ger, at útgávurnar hjá Kára framvegis standa sjónligar, hóast tær komu út í ávíkavist 1979 og 1991?

- Fyrst og fremst er tað ótrúliga væl frágingið. Og hetta er kanska eisini ein orsøk til, at kvantiteturin ikki er eins stórur, sum hann er hjá fleiri øðrum. Sjálvandi hevur hann lænt okkurt frá Lundell, Hausgaard og Mortens, men Kári sjálvur er framúr poetur, og eg veit ikki, um nakar stendur honum kurl í so máta. Her er veruligt perspektiv í sangunum, og stavrím og orðaspæl hansara eru eisini framúr.

Og hann er kanska eisini ein av teimum, sum ein ungur Steintór Rasmussen hevði sum fyrimynd, tá tú byrjaði at fáast við tónleik?

- Avgjørt. Vælferðarvísur var tá hampuliga nýggj, og har dugdi eg sjálvandi hvørja strofu uttanat. Eg havi eisini áður verið til framførslur hjá Kára, og tær eru framúrskarandi. So hetta er veruliga nakað, sum eg gleði meg til, sigur Steintór Rasmussen.

Enn er endaliga skráin fyri SummarFestivalin ikki løgd, men sum skilst, so verður tað leygarkvøldið á stóra pallinum, at tónarnir hjá Kára P fara at ljóma.