Vísindafólk dømd í fongsul

Í Italia hevur ein dómstólur dømt seks vísindafólk og ein embætismann seks ára fongsul fyri manndráp, tí tey ikki ávaraðu fólk í býnum L'Aquila um, at vandi var fyri jarðskjálvta.

Jarðskjálvtin, sum var 6,3 á Richterstiganum, legði næstan L'Aquila í oyði og kravdi 309 mannaliv. Tað eru trý ár síðani.

Tey seks vísindafólkini og embætismaðurin vóru í einari nevnd, sum skuldi kanna jarðskjálvtavandan í økinum, og tey hildu fund eina viku undan jarðskjálvtanum. Tí helt dómarin, at tey áttu at havt ávarað fólkið í býnum.

Vísindafólkini siga, at tað er ógjørligt at ávara um ein jarðskjálvta eina viku frammanundan, og fleiri jarðfrøðingar finnast hvassliga at dóminum.