Hóast Gongurólvur fekk skaða, tá ein bátur rendi á seksmannafarið, eydnaðist tað monnunum at vinna teirra róður. Tá báturin eftir samanstoytin varð fingin upp á land, var greitt, at hann lak eitt sindur.
- Vit smurdu bátin inn í einar fimm ella seks pakkar av Vita margarini, og tað gekk. Vit vóru sera fjálturstungnir, meðan vit smurdu bátin inn. Men eg haldi, at skaðin gjørdi, at vit vórðu enn meira uppsettir til róðurin. Og stuðulin frá familjum og øðrum gjørdi eisini sítt, greiðir Bergur frá.
Vit fingu rímuliga skjótt at vita, at vit vóru fremstir, men á sjálvum málinum ivaðust vit kortini. Men tað var sera gott, tá so vinnaraboðini komu.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvat verður nú gjørt við Gongurólv?
- Eg veit ikki....vit fara helst at bíleggja ein platt av Vita, sigur Bergur við einum skeivum smíli.