Vórðu biðin um at taka valplakatir niður

Politikarar hugsa seg ikki altíð líka væl um, tá ið teir heingja valplakatir upp

Løgreglan hevur fingið nakrar fráboðanir um, at valplakatir eru til ampa. Løgtingsval verður leygardagin 31. august, og longu beint eftir at valið varð útskrivað ólavsøkudag, vóru plakatir at síggja víða hvar.

Síðani er tað vorðið trengri og trengri við plássi at heingja plakatir á, og seinastu tíðina hevur løgreglan fingið nakrar fráboðanir um, at valplakatir hava hingið so tætt við krossvegir, at tær hava beinleiðis verið til ampa fyri ferðslutrygdina, tí tær hava tikið útsýnið hjá bilførarum.

Løgreglan sigur, at tey hava kannað hesar fráboðanirnar og í ávísum førum eru politikarar bidnir um at taka plakatirnar niður aftur tí tær hava verið til ampa fyri ferðsluna.

Løgreglan sigur, at teirra uppgáva er bara at ansa eftir, at plakatirnar ikki eru til ampa fyri ferðsluna og ikki um fólk halda, at tær eru til ampa upp á aðrar mátar.