Ísrael og Hamas samdust í kvøld um eina avtalu um vápnahvíld. Avtalan kom í gildi klokkan sjey okkara tíð, og sum skilst hava partarnir hildið hana.
Egyptaland og USA hava umboðað teir báðar stríðandi partarnar í samráðingunum, og tað vóru uttanríkisráðharrarnir hjá teimum báðum londunum, Mohamed Kamel Amr og Hillary Clinton (myndin), sum á einum tíðindafundi í kvøld boðaðu frá, at semja var fingin um vápnahild.
Ísraelskir fjølmiðlar siga, at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevði tosað við Barack Obama, forseta og kunnað hann um, at Ísrael var til reiðar at taka undir við avtaluni. Sambært fjølmiðlunum skal Netanyahu hava sagt, at hann er sinnaður at geva avtaluni ein møguleika, men at Ísrael fer at taka álopini uppaftur, um mótparturin ikki heldur avtaluna.
Tíðindastovurnar skriva, at í Gaza runnu fólk út á gøtuna og fegnaðust um, at friður er fingin í lag.