Minst 20 vápnaðir menn við gekkaskorti hava kringsett ein banka í Moskva. Russisku fjølmiðlarnir siga, at talan er um ein banka hjá ríkmanninum Alexander Lebedev, og sum skilst er hann staddur inni í bankanum.
-Menninir hava gekkaskort og vápn, men vit vita framvegis ikki, hvat teir vilja, sigur ein vælvitandi kelda við Reuters-tíðindastovuna.
Alexander Lebedev er ein av teimum ríkastu monnunum í Russlandi. Hann hevur eisini gjørt íløgur uttan fyri Russland og eigur millum annað bretsku bløðini The Independent og Evening Standard.