Altjóða samfelagið skal brynja seg við toli í hesum krepputíðum, tí væntandi fer arbeiðsloysið at standa við í einar átta ella kanska tólv mánaðir afturat. Tað heldur í hvussu er aðalstjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Dominique Strauss-Kahn.
Grunnurin hevur hildið fund í Istanbul, og tað var á tíðindafundi har, at IMF-stjórnin kom við sínum dapra spádómi. Hann segði, at arbeiðsloysið er ovasta málið á dagsskránni í Istanbul, har øll tey 186 limalondini eru umboða.
IMF-stjórin legði afturat, at í menningarlondum kann arbeiðsloysið vera ein spurningur um lív ella deyða.