Væntar USA vinnur HM í mansflogbólti (FM1)

(FM1) Formaðurin í flogbóltssambandinum er til HM-endaspælið í mansflogbólti í Torino í Italia

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen sum er til HM-endaspælið í mansflogbólti sum er í Torino í Italia í hesum døgum. 

 

Í morgin spæla USA og Póland í aðrari hálvfinaluni, og Brasil og Serbia spæla í hinari hálvfinaluni.

 

Fyri Magnus Tausen er tað ein ófatuliga stór uppliving at verða eygnavitni til flogbólt á so høgum støði.

 

Spurdur um hvør er favorittur til at vinna HM-gull svarar Magnus Tausen, at hann hevur USA sum favoritt.