Væntar skjótt at hava 20 milliónir til Saltsilo á Tvøroyri

Jóannes Eidesgaard væntar, at tað verður skjótt, at politisku flokkarnir fara at gera uppskot til eykajáttanarlóg um at játta 20 milliónir til saltsilo-ætlanina á Tvøroyri.

Tað staðfestir hann, eftir á Kári á Rógvi, tingmaður, hevur spurt hann um tað. Hann leggur afturat, at er tørvur á tí, kann Fíggjarmálaraðið hjálpa til at tilevna eitt tílíkt uppskot.

Men í løtuni kannar Fíggjarmálaráðið eisini um tað krevst serlig lógarheimild, áðrenn peningur kann játtast til ætlanina.

Hinvegin vil landsstýrismaðurin ikki svara upp á, um peningurin skal finnast innanfyri teir karmar, sum eru, ella um talan skal verða um eina meirútreiðslu á fíggjarlógini.

Tað heldur hann, at teir ymsu flokkarnir mugu svara upp á.

Danska Fólkatingið hevur longu játtað pening til ætlanina, men treytin er, at peningur eisini verður settur av á føroysku fíggjarlógini og tað er hetta, sum bíðað verður eftir.

Landsstýrismaðurin sigur, at allir floksformenninir, uttan formaður Miðfloksins, hava skrivað undir eina fráboðan um, at teir taka undir við ætlanini og tí verður tað bara mett at verða ein avgreiðsluspurningur at fáa tað samtykt.