Kríggj í Irak
Árni Joensen:
- Málið hjá Saddam Hussein er at fáa teir amerikansku og teir bretsku hermenninar inn í Bagdad at berjast úr gøtu til gøtu, sigur Abd al-Amir Abais. Hann var fyrr generalur í irakska herinum og var ein av teimum, sum stóðu á odda fyri uppreistrinum ímóti Saddam Hussein har suðuri í Irak í 1991.
Hann ávarar amerikansku og bretsku hermenninar ímóti at fara inn í sjálvan Bagdad, fyrr enn irakski leiðarin er fallin, tí tað verður ein vanlukka, sigur hann, samstundis sum hann ávarar um, at verður Saddam Hussein kroystur upp í ein krók, kann hann finna uppá at nýta evnafrøðilig vápn.
- Bygnaðurin í iraksku hermegini er skipaður við tí endamáli at varðveita Saddam Hussein við valdið. Í hesum krígnum hevur hann gjørt av at taka seg aftur úr tí syðra og tí norðara partinum av landinum, meðan alt verður gjørt fyri at verja Bagdad, skrivar Abais í einari frágreiðing, sum viðurkendi stovnurin Institute for War & Peace Reporting í London hevur almannakunngjørt.
Sambært fyrrverandi generalinum er irakska verjan skipað soleiðis, at hermenn hjá Baath-flokkinum og Jerusalem-herurin, sum tilsamans eru umleið ein millión í tali, hjálpa tí vanliga herinum at verja teir stóru býirnar. Herurin hjálpir síðani Tjóðarhirðini, sum telur umleið 70.000 mans. Hesir stuðla so aftur teirri Serligu Tjóðarhirðini, sum hevur umleið 30.000 mans, og sum hevur til uppgávu at verja Saddam Hussein í og kring Bagdad.
Kann nýta hópoyðingarvápn
Abais sigur, at hesaferð hevur Saddam Hussein gjørt av at troytta teir amerikansku og bretsku hermenninar við at lata teir møta smáum irakskum deildum, so fíggindin viknar á leiðini til Bagdad. Hann heldur, at tað hava verið fleiri dømi um hetta seinastu dagarnar. Men fyrrverandi generalurin heldur, at tað fer at eydnast teimum sameindu at fella Saddam Hussein, um teir kringseta Bagdad og halda á við at bumba býin.
- Eydnast tað amerikanarunum at kringseta Bagdad, kann tað henda, at fólk fara at gera uppreistur ímóti stýrinum. Men fyrr verður tað ikki. Men treytin er eisini, at irakar fáa vissu fyri, at USA ikki fer at svíkja teir, eins og landið gjørdi fyri tólv árum síðani, sigur Abais.
Hann heldur eisini, at Saddam Hussein er til reiðar at tingast við amerikanarar, verður Bagdad kringsettur.
- Sýta amerikanarar fyri at tingast við hann, eri eg bangin fyri, at hann fer at nýta hópoyðingarvápn, kanska evnafrøðilig vápn. Saddam hevur altíð sagt, at tann, sum roynir at taka Irak frá sær, skal møta einum tómum landi, sigur fyrrverandi irakski generalurin.