Vit hava fingið eina góða byrjan, har vit leggja eitt gott grundarlag áðrenn kappingin byrjar. Harafturat tykist tað verða ein greið strategi við tí, sum vit gera, og tað er minst líka týdningarmikið, sigur Wisnes við Forza.
Vit spæla tekniskan fótbólt, sum passar mær væl. Vit hava nakrar sera góðar ungar spælarar á liðnum, so tað lovar gott, sigur hann.