Í morgin, skírisdag eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið á skránni. Talan er um fýra dystir, sum verða spældir fýra ymiskar klokkutíðir. Dystirnir eru:
NSÍ-Suðringar (klokkan 13)
B36-Víkingur (klokkan 13.45 - Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2)
ÍF-KÍ (klokkan 14.30)
HB-EB/Streymur (klokkan 17 - Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2)
Í fótbóltspanelinum á Rás2 í dag mettu Tróndur Arge og Teitur Joensen um dystirnar. Í onkrum dysti hava teir ein lítlan favorittleiklut til annað liðið, men teir halda ikki, at talan er um nakran stóran favoritt í nøkrum dysti, og sannlíkt er, at nakrir dystir fara til longda leiktíð. Tróndur og Teitur mettu eisini um dystirnar í Champions League, sum eru í dag.