Íslendingar vænta ikki at fáa líka góðan prís fyri makrelin í ár sum í fjør.
Ein arbeiðsbólkur hjá vinnuni, sum hevur kannað umstøðurnar í sambandi við makrelfiskiskapin og marknaðin, hevur nú latið fiskimálaráðnum í Reykjavík sína niðurstøðu.
Frágreiðingin byggir millum annað á upplýsingar frá útflytarum, sum hava hugt at marknaðarútlitunum, og sum skilst eru útlitini ikki tey bestu, tí bæði íslendingar og norðmenn hava væl av makreli á goymslu, skrivar Morgunblaðið.