Jarðfrøðingarnir í Ný Sælandi stóði sum Kánus, tá gosfjallið Mount Ruapehu brádliga fór at goysa í gjárkvøldið. Nógv fólk vóru í fjøllunum og stóðu á skíð, og tey máttu fáast oman í skundi. Gosið vardi sjey minuttir, men nú vænta jarðfrøðingarnir, at fjallið fer at goysa aftur hvørja løtu. Mount Ruapehu er mitt ímillum teir stóru býirnar Wellington og Auckland, og tað kom eisini púra óvart á fólk og myndugleikar har, at fjallið fór at goysa í gjárkvøldið.










