Vænta at finna 60.000 lík afturat

Indonesisku myndugleikarnir halda, at flóðalduvanlukkan kann hava kravt 150.000 mannalív í landspartinum Aceh

Flóðaldan
Árni Joensen
fartekst@mail.dk

Nógv bendir á, at talið av deyðum aftan á flóðalduna í Indiska Havinum annan jóladag er nógv størri enn higartil hildið.
Serliga indonesiski landsparturin Aceh fór illa av jarðskjálvtanum og flóðalduni. Higartil hava myndugleikarnir skrásett, at 89.832 fólk doyðu av vanlukkuni har, men í gjár segði ein embætismaður, at tað veruliga talið er helst nógv størri.
? Vit halda, at umleið 150.000 fólk doyðu her, segði Haniff Asmara, sum samskipar tað almenna hjálpararbeiði í Aceh. Hann segði seg vænta, at bjargingarliðini fara at finna umleið 60.000 lík afturat, og at hetta arbeiðið fer at taka einar fýra vikur afturat.

Indonesisku myndugleikarnir hava fyrr sagt, at jarðskjálvtin og flóðaldan kravdu 114.717 mannalív í Indonesia, men nú koma kanska eini 60.000 afturat, skrivar Reuters.