Óvæntaða oddalið í Premier League áðrenn hesa runduna var Portsmouth.

Óvæntaða oddalið í Premier League áðrenn hesa runduna var Portsmouth.

Teir høvdu í vitjan av Bolton í gjárkvøldið, og hetta skuldi vísa seg at gerast ein torfør uppgáva hjá oddaliðnum. Portsmouth, sum ikki hevði latið eitt mál farið ígjøgnum, tapti 1-0. Hervið fingu teir sítt fyrsta tap í ár, og harafturat fór tað fyrsta málið ígjøgnum. Einasta málið í dystinum gjørdi Bolton miðvallarin, Kevin Nolan.