Norsku veðurmenninir hava boðað frá illveðri fram við strondini í Møre og Trøndelag hóskvøldið. Veðurstovnurin Storm Wether Center sigur í sínari forsøgn, at vindferðin kann koma upp í 40 metrar um sekundið, og at aldan kann koma upp í 25 metra hædd. Norska veðurstovan væntar kortini ikki, at tað verður so ringt. Veðurmaðurin Jørgen Grønneberg sigur við Aftenposten, at hann vænar einar 30 metrar um sekundið og millum 12 og 14 metrar høga aldu, men at nakrar kunnu verða uppaftur størri.










